Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Torrakafé í Betesda

Dávur Winther

Tað er altíð nógv fólk í Betesda til Torrakaféina. Nógvur góður sangur, og ikki um at tala kaffi, køkur og gott prát afturvið góðum tónleiki.

Í ár eru tað brøðurnir, Jóhan Páll Joensen og Rógvi Joensen, sum hava framløgur um teirra sjólív. 

Jóhan Páll Joensen fór ungur til skips og hevur í nógv ár verið skipari á m.a. Vesturvón. Barentshavið kennir hann væl eins og so mong onnur.

Hann fer at hugleiða um hesa tíðina og um at, tá ið hann var ungur og fyri tað, fóru unglingar til skips rættiliga ungir.

Nú eru teir, sum fara til skips nakað eldri, og eri teir eisini meira skúlaðir og skulu hava ymisk prógv og váttanir, fyri at kunna sleppa til skips. Í flotanum eru eisini kvinnur, tó at tær ikki eru so nógvar.

Bróðurin, Rógvi Joensen hevur verið við nógvum ymiskum skipum sum skipari og stýrimaður – m.a. við russiskum, sponskum, portigiskiskum, fronskum o.ø. skipum við rættiliga fremmandari mentan.

Var sín fyrsta túr til skips í 1976, 13 ára gamal, har hann var eina summaferiu umborð á Polaris.

Eg veit ikki um eg ordiliga var “sjómaður”, men onkursvegna vildi eg prógva, at eg eisini kundi blíva sjóðmaður, sigur Rógvi. Allir mínir fedrar hava baldrast á havinum, so hetta man næstan hava verið ein sjálvfylgja.

Eg bleiv skipsførari sum 22 ára gamal og byrjaði mína yriskleið sum stýrimaður.

Síðani bleiv sjólívið ein sloyfa umborð á nógvum ymiskum skipum. Var við partrolara undir Føroyum eitt tíðarskeið, í Barentshavinum við fabrikstrolara, í Irmingahavinum eftir kongafiski, í Grønlandi á krabbaveiðu við grøndlandskum og sponskum skipium.

Var eisini við russiskum skipum í Barensthavinum og kyrrahavinum.

Rógvi greiðir eisini frá potugisiskum skipi, hann var við í Gibraltarstrætinum eftir rækjum, við fronskum skipum, bæði undir Føroyum og í altjóða sjógvi.

Haldi at eg eri ein leitandi persónur sum ikki finnur starvsfrið undir sólini, Cowboy. Trívist best tá ið okkurt nýtt er á tapetinum og tað hevur ført til hesa leiðina í alskyns mentanum, har eg havi kent avbjóðingar í at umstilla meg, greiðir Rógvi frá.

Tá ið ein hevur verið í so nógvum ymiskum samanhangum so umgangst ikki, at tað hava verið bæði stuttligar og álvarsamar løtur. So her verður nógv áhugavert at líða á.

Fyri og eftir framløgurnar syngur sangbólkurin, Vitin og aftaná verður boðið til te og kaffi, har Kafé-bólkurin spælir og syngur

Betesda Hósdagin kl. 10.00 – Torrakafé

Vitin syngur og Kafé-bólkurin spæla og synga

Torraskránna her