Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Torrakaféini í Betesda hósmorgunin

Tekst og myndir: Dávur Winther

Tað var ein rúgvusmikil og áhugaverd Torrakafé í Betesda hósmorgunin, har brøðirnir Jóhan Páll og Rógvi søgdu frá.

Á Torrakaféini í Betesda hósmorgunin greiddur brøðurnir Jóhan Páll og Rógvi Joensen frá teirra sjólívi og leiðini hagar.

Í dag sleppur ein ungdómur ikki til skips, um hann ikki hevur trygdarskeið og hevur “Bláu bók”. Trygdarskeiðið hjá Jóhan Páll var serliga Borðoyarvík og so at ganga uppí og sita undir, tá ið menninir engdu og annars prátaðu um sjólívið kappabrøgd – eisini við døgurðaborðið.

Fyri so mangir dreingir í langa tíð, hevur Borðoyarvík verið eitt frálíkt spælipláss og hevði tú atgongd til bát, so kundi tú so mikið meira.

Tá ið Jóhan Páll og systkinabarni Djóni hjá Hans Jacob vóru smádreingir, keypti Hans Jacob ein árabát – ein trist, sum eisini fekk ein páhangara. Hendan fingur teir at spæla sær við á víkini.

Mein teir høvdu eitt skert siglingarloyvi, sum segði, at teir máttu ikki fara útum Skarðkamar. Júst henda avmarkinigin gjørdi tilveruna bara enn meira spennandi, og tað gekk ikki leingi, so høvdu teir verið “uttanfyri mark” og sjónarringurin var víðkaður eins og útlongsulin, longsulin til havið.

Jóhann Páll fór fyrstu ferð til útróðrar við deksfari 11 ár við m.a. Solo, har Frits hjá Inu var formaður. Hann gav dreingunum turran fisk, tí tað var gott fyri sjóverk, segði hann! Um tað var turri fiskurin ella okkurt annað, visti Jóhan Páll ikki, men sjóverk hevði hann ongantíð havt.

So gekk tað slag í slag – hann hevði styrkt sær hugin til sjógvin enn meir – samstundis og enn meir minkaði hugurin til skúlan.

Tá ið Jóhan Páll var 15 ár, hevði hann tikið mót til sín, og spurt Marin Sivertsen skipara á Stellu Karinum, um hann kundi sleppa við. Jú, tað var gamaní, um Pápin eisini segði ja!

Levi skilti dreingin, tað bar ikki til at halda honum í skúlanum longur. So mátti Levi tey tungu sporini at banka uppá hjá Alex á einasta sjúkradegi hansara frá skúlanum. Levi ber upp ørindi síni, men tað var skikkiliga skjótt, at Alex skar ígjøgnum hjá tí stamandi pápanum: “Tað er best fyri bæði drongin og skúlan, at hann fer til skips”, segði Alex sannsørandi.

Allir tíggir, Jóhan Páll, Levi og mest av øllum, Alex, vóru glaðir. Stella Krina fór so spelkin út eftir vágni og ein fegin drongur, ið stutt eftir bleiv skipsførari sum 21 ára gamal, var við umborð.

Soleiðis gekk leiðin slag í slag við ymsum skipari til hann bleiv skipari umborð á Vesturvón í mong ár, stýrisformaður í Føroya Banka, rak Kósini eina tíð, seinni Handils- og Frystivirkið í Fuglafirði, so umborð á suply-skip í Noregi, fyri síðani at enda aftur í Fuglafirði sum stjóri á Pelagos, sum í hesum døgum hevur víðkað virkið sítt við at keypa í Kollafirði.

Lítlibeiggin, Rógvi var meira beskeðin og helt, at hann hevði kanska ikki só nógv saltvatn í blóðinum sum stóribeiggi.

Hann royndi at gera skúlan lidnan, áðrenn hann fór til skips. tó onkusvegna mátti hann royna at vera næstan líka raskur sum hinir, tí hann hevði ikki hoyrt nakað annað enn um sjóívið við døgurðaborðið.

Jú, tað vísti seg at liggja væl fyri. Hann sigldi við Nónhamar, Vesturvón, Akraberg  – seinni sigldi hann við fýra ymiskum russiskum skipum m.a. í Barentshavinum.

Rógvi hevði tá gingið á skiparaskúla í Havn og fingið øll neyðug pappírir og hevði siglt bæði sum stýrimaður og skipari. Hann vildi kanska longur út í verð og royna nakað annað – kanska aðrar mentanir, utta at vita at tað eisini var tað, hann kom upp ímóti.

Einaferð fekk hann í boði at vera kvalitetskontrillør á eini russiskari dangu, sum lá í Ukraina undir ukrainskum flaggi. Men skipið skuldi umflaggast til russiskt flagg. Hetta tók so drúgva tíð, at teir valdu at sigla til Murmansk at greiða pappírini.

Murmansk var ein hulin býur, har stórur partur av russiska herflotanum eisini lá, og har vóru hópin av toll/pass-kontrollum eftir kaini, áðrenn tú slapp niðan í býin.

Einaferð letur í tí eina myndugleikamanninum, sum skuldi góðkenna umflaggingina: Rogvi! Big Problem! Tá vísti tað seg, at Rógvi hevði verið so leingi á ferð, at passið var útgingið!

Tá blivu nógvar og drúgvar tingingar aftur og fram um hvat skuldi gerast við Rógva og skipið. Men endin var tann, at Rógvi kundi vísa fram eina sjófartsbók, sum hevði eina nýggjari stemppling. Tá bar til, men russiski skiparin fekk at vita, at um nakar trupulleiki var við Rógva, so var tað skiparan, tað gekk útyvir! Skiparin skuldi hava Róga í forsvar.

Næsti trupulleiki var radarin – Hann hevði einki setifikat, segði tann eini eftirlitsmaðurin. Eingin umborð á skipinum visti nakað um nakað sertifikat. So fór Rógv at skrúva og at taka sundur, til hann finnur eitt illa sølað pappír inni í radaranum, sum geiðir fá onkrum um hann.

Hetta tekur Rógv við sær og hugsar um, hvat hetta kann brúkast til. Í meðan kemur Robert Nielsen úr Føroyum, sum var teirra útgerðarmaður til skipið, eisini fyri at fáa glið á. Teir gera ikki matari enn at skriva eitt flott pappír við yvirskriftini CERTIFIKAT og so okkurt skvaldur um ein radara, kistra part av pappírinum hjá Rógva frá radaranum á pappírið og seta tvær undirskriftir undir – undir tí einu stóð Eyðun Joensen (Eyðun í Radiobúðini), sum gekk í túninum í Runavík og visti av ongum..

Men hetta er ikki nóg mikið, tí russar trúgva einamest uppá stempul. So teir at telgja eitt stempul búrtur úr einum elpi og smyrja fruktfarvu og annað gott uppá. Við rystandi hondum seta teir stemplið á pappíri – JÚ, tað riggar fínt!.

So aftur til henda stóra og illbrýnta mannin: Tú, reiðarin, sum er komin úr Føroyum, hevur havt sertifikatið við, siga teir eitt sindur ivasamir og ræddir, tó við sannførandi yvirbrá. Russarin hyggur og kannar, men tá ið hann sær tað marglitta stemplið, er hann ikki í iva meir og setur síni trý stempil á, og skipið loysti í stundini.

Seinni í 2001 fór Rógvi at fiska krabba í við sponskt skipi – Teir høvdu roynt ymsar leiðir við Grønland men einki fingið. Høvdu spurdi Rógva, sum var við øðrum skipi um ráð. Endin varð, at Rógvu bleiv spurdur um at koma við? Jú, har var hann i við í trý ár.

Tað var ein annarleiðis tíð saman við katelikkum, sum m.a. høvdu eitt ”altar” – ein lítla standmynd av Mariu við Jesu-barninum á brúnni, sum teir sýndu virðing fyri.

Rógvi spyr teir ymiskt um teirra máta at trúgva uppá og práta teir um trúarspurninga. Serliga er tað ein av yvirmonnunum, sum hann enn hevur samband við, ið Rógvi kemur at tosa nógv við um trúarspurningar.

Ta einu ferðina sigur hesin okkurt, sum hann heldur er væl hóskandi í einum trúarspurning. Hvør sigur hatta, spyr Rógv, tí hann heldur, at har má vera ein misskiljing. ”Hatta sigur pávin”, greiðir spaniólin frá.

Bíblian sigur nakað annað, sigur Rógvi. So teir í Bíbliuna Rógvi við eini føroyskari og spaniólin við eini spanskari og finna á rætta stað. Tá stóð spaniólin eitt sindur á berum, og mátti sanna, at hann kendi ikki skriftina nóg væl og mátti helst ”rætta kósina”.

Umborð á skipinum vóru tveir tangar av víni ein við 1500 l av hvítum og ein við 1500 l ac reyðvíni – til samans 3000 l av víni. Hvør maður hevði rætt til 0,45 l av víni pr. dag.

Maturin var eisini ørðvísi umborð og vín var bara ein partur av teirra dagligdegi, sum teir dugdu at handfara. Men vínið voldi trupulleikar, tá ið teir komu inn í havn t.d. í Grønlandi. Á mátti alt hetta víni forseglast.

Jú, Rógvi hevur havt eina læruríka tíð á sjónum við ymiskum mentanum, ymiskum myndugleika uppfatanum, ymiskum sannføringum. Hann fegnaðist um at kunna taka nakað við sær heim aftur, men vónaði samstundis, at nakað lá eftir har úti hjá vinfólkum sínum har.

Vitin sang til frálíku Torrakaféina, har hópin av fólki eisini hevði leitað sær. Kaffi og kakurnar vóru ikki minni góðar. Ein stak hugnlig løta.