Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Torrarenning 2019

Mynd: Dávur Winther

Til Torrarenningina í ár var, sum so ofta fyrr hópin av fólki og niðanfyri verður røðan, sum Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs helt áðrenn renningini, endurgivin:

Ein væleydnað Torravika nærkast einum enda

Fjølbroytta Torraskráin hevur aftur í ár tryggjað okkum ískoyti til heilan, oyruni, eyguni og búkin. Vit hava sæð gamlar og virðismiklar fornlutir, hoyrt frásagnir, kjakast um fiski- og shippingvinnu, ja eisni hoyrt um, hvørjar avbjóðingar nútímans sjómaðurin hevur, tá tað kemur til at flyta seg millum sjómanslív og familjulív.

Stovnar, virkir og sjálvboðin hava boðið býnum vælkoman, og hevur blíðskapurin verður stórur. Vit hava hugsavnað okkum, sungið, flent, lurtað, prátað og etið. Allir okkara sansir hava haft møguleika, at verði stimbraðir.

Tiltakið í dag er onki undantak, tí tað er í dag, at vit seta sjóneyku á heilsuna.

Heilsucaféin á Torradøgum er eitt gott høvi til at gera eina meting av okkara virðum. Okkara heilsuvirðum. Her kunnu vit fáa mált blóðtrýst, puls, iltmeting í kroppinum og blóðsukur. Ja, vit kunnu eisini máta feittvirðið í kroppinum.

Klaksvíkar kommuna hevur saman við Fólkaheilsuráðnum og 15 øðrum samstarvspørtum í undanfarna ári varpað ljós á týdningin av ABC fyri sálarliga heilsu, sum er: ver saman, ver virkin og ver hugbundin.

Í hesum sambandi hevur Klaksvíkar kommuna regluliga – og í samstarvi við Treysti – bjóðað borgarum, í øllum aldri, til hugnaligar gongu-og rennitúrar.

Tiltakið hevur verið leygarmorgnar, har byrjað og endað hevur verið við býráðshúsið.

Tiltakið hevur verið sera væl eydnað, og tí var heldur ongin ivi, tá Kongshúsið sendi fyrispurning um, hvørt tey, saman við okkum, kundu brúka okkara vakra bý til júst sama endamál seinni í ár.

Endamálið við Royal Run er, at 75% av íbúgvunum skulu verða virkin fyri lívið. Tí vendir tiltakið sær fyrst og fremst til tey, sum vanliga ikki eru so virkin.

Øll skulu kenna seg væl, og tí er Royal Run heldur ikki ein kapping um bestu tíðina, men eitt tiltak fyri øll, óansæðum man er royndur rennari, ella um man bara ynskir at ganga.

Hetta er eitt gott tiltak, har vit eisini fáa møguleikan, at hitta Krúnprinsin í egnahædd.

”Lidt kongelig har man lov at være”, verður sagt í danskari lýsing, sum eisini hóskar til ein slíkan fagnaðardag í Klaksvík, har býurin bjóðar vælkomin til ársins fyrsta stevnuróður.

Góðu tit øll – Torrarenning, heilsurenning, Royal Run, Norðoyastevna.

“Kært barn har mange navne”, men felags fyri hetta er, at vit fegnast, tá vit eru saman, virkin og hugbundin.

Eg fari at enda við, at ynskja tykkum øllum framhaldandi góðar Torradagar, við vón um at virðini (heilsuvirðini) eru uppá pláss, tá Torravikan endar. 

Við hesum verður heilsurenningin á Torradøgum 2019 sett í gongd.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs