Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Torraskraín í dag

Jóhann Lützen

Seinasti dagurin í Torravikuni er í dag og fólk hava møguleikan at uppliva áhugaverdu tiltøkini, sum eru á skránni.

 

Kl. 11.00: Christianskirkjan

Torraguðstænasta við altargongd

Hanus á Gørðum, sóknarprestur prædikar og Daisy Lolk Johannesen syngur.

 

Kl. 14 – 18: Opið ateliér hjá Edwardi Fuglø, Jústabrekka 2

Edward Fuglø, listamaður letur dyrnar upp í atelieri sínum, har hann sýnir fram listaverk og bøkur, hann hevur skrivað og listprýtt.

 

Kl. 14 – 18: Listaframsýning í Gamla seglhúsi

Gamla seglhúsið er karmur um søluframsýning við 36 verkum hjá Bárði Jákupssyni.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina.

 

Kl. 16: Filmurin “Línumenn” í Atlantis

Søgan um okkara stál- saltlínuskip á fjarleiðum. Zacharias Hammer hevur gjørt nýggja filmin “Línumenn”, sum er góðar tveir timar langur. Í filminum fortelja fleiri menn um, tá teir sum 14 til 17 ára gamlir fóru við teimum nýggju línuskipunum, sum avloystu sluppirnar.

Kostnaður kr. 100,-