Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Torraskráin mánadag

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Niðanfyri kanst tú kunna teg um Torraskránna fyri mánadagin

Mánadagur 21. februar 2022  
10.00 – 14.00:    Café Gloria
Bindicafé á Café Gloriu

Vit fara at hugna okkum við stokkum, og Maiken Steinberg hevur bindiskeið.

At hava við: stokkar og tógv, ið passa saman

12.00 – 14.00:   Amarant
Fisk & Chips – Gjørt eftir bretskari uppskrift!

13.00 – 17.30:   Blákrossbúðin á Klaksvíksvegi 63 hevur eisini opið

14.00 – 17.00:   Gamla Seglhúsið
Framsýning við ymiskum listaverkum av m.ø. Jóannis Kristiansen, Øssur Mohr, Jack Kampmann, Bárður Jákupsson, Tolli Mortens o.ø.

19.00:   Nýggja Miðhøllin
Klaksvíkar  Tónlistaskúli  –  næmingakonsert

19.30:  Gamla Miðhøllin á Skúlatrøð
Fyrilestur við Bjørn Kunoy, professara í altjóða lóg á Fróðskaparsetur Føroya – ”Grundlinjur Føroya, søguligt og rættarligt grundarlag”.

Talan er um eitt áhugavert evni, ið umframt at viðgera havrættarlig viðurskifti, eisini lítur afturá søguligu gongdina í Føroyum, her uppií stríðið við Bretland í fimti- og sekstiárunum, og í hvønn mun støða Danmarkar ávirkaði tilgongdina at gera tillagingar til gomlu grundlinjur Føroya.

19.30:  Klaksvíkar Bókasavn
Krimisøgan “List” – Eyðun Klakstein.

List er fyrsta skaldsøgan hjá Eyðuni Klakstein. Í bókini verður eitt Mikinesmeistaraverkið stolið, og leiðarin av listasavninum, Sára Emmudóttir kemur í satt ódnarveður, tí øll vilja vita, hvussu stuldurin kundi henda, og fleiri royna at gera sær dælt av støðuni – bæði í listaumhvørvinum og í politiska heiminum.

Á bókacaféini veður prát við rithøvundin og upplestur.

20.00: Café Gloria
Sangløta – Andakt og hugnakvøld.

Samkoman í Elim saman við Frelsunarherinum hava andakt og skipa fyri sangkvøldi.

Eisini  verður  ein góður drekkamunnur at fáa.

22.00:  Atlantis
Moonfall: Tá ið forsetin í NASA og fyrrverandi rúm- darfararin Jo Fowler (Halle Berry) gerst varug við, at mánin innan stutta tíð verður settur av kós, og harvið førir við sær, at jørðin og øll mannaættin verða løgd í oyði, tekur hon eina óvanliga avgerð.

Sí meir á www.klaksvik.fo

Harleywoodpaint