Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Torravikan í Café Fríðu

Dávur Winther

Tað hendir ein rúgva í Torravikan í Café Fríðu og í Testovuni, Marin Malena – Café Fríða sjógæti matarskrá.

Borðreiða við eina leskiligari og lekkrari salat við føroyskum skeljafiski, serverað við serligari, heimagjørdari mangosós.

Umframt verður borðreiða við: Fríða fiskasuppa við hýsu og bolla afturvið

Brokkoligsalat við bakaðum laksi ella Croissant við rækjum.

Testovan Marin Malena

Fríggjadagin 20. februar kl. 14.00 – 17.00 er opið á hesum serstaka staði á Nólsoyar Páls garðinum. Borð kann bíleggjast á www.bsg.fo

Livandi søguforteljing hvønn tíma.

Fríggjadagin kl. 19.00 Talvkvøld á Café Fríðu í samstarv við Klaksvíkar Talvfelag. Við er eisini sterki Ólavi Simonsen, sum bjóðar av í simultantelving

Kom og tak lut í einum hugnaligum kvøldi við talvi og góðum felagsskapi.

– Tilmelding tummasmartinsolsker@gmail.com

Fríggjadagur kl. 19.00 Graseinkjukvøld í Testovuni Marin Malena, á Biskupsstøðgarðinum. Eitt serligt tiltak við fokus á kvinnur, ið hava sjómenn sum menn, og hvussu tær megna móðurleiklutin, húsarhaldið og gerandisdagin. Framløga og sofaprát.

Ókeypis atgongd

Solby Christiansdøttur leiður tiltakið. Kaffi og køkur kunnu keypast

Café Fríða

Leygardag kl. 21.00 – 00.00 Café Quiz við Hera Signar Nolsøe

Ein serlig spurnarkapping um skip og fiskar.

Harleyfacadeacryl