Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tórshavn fær menningarkvotur

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum heldur kortini tætt at kroppinum, tá hann fyri løtu síðan vitjaði pressuna í tinghúsinum. Hann er eitt sindur tvíbýttur, tí samstundis sum viðgerin skal byrjað í tinginum er íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan í samband við fiskiveiðisamráðingar landanna millum.

Høgni Hoydal hevði heldur onga viðmerking men segði at hann var sera spentur.

Sum skilst er semja gjørd í samgonguni um at Menningarkvotur verða lætnar til økir har lítil og eingin fiskivinna er í dag. Eisni skal eitt ávíst arbeiðsloysi verða. Í uppskotinum verða tey øki nevnd við navni, sum kunnu fáa part av kvotuni.

Fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, váttaði fyri løtu síðan at økini, ið fáa kvotur frá landinum eru nevnd við navnið í viðmerkingum til lógina.

Millum økini, sum beinleiðis eru nevnd í lógini er Suðurstreymoy, Sandoy, Suðuroy, Norðurstreymoy og Vágarnar. Sum skilst eru Norðoyggjar ikki nevndar.