Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Torv og grøn orka í Svínoy

Jóhann Lützen

Ein væleydnaður verkætlanardagur um torv og grøna orku er farin aftur um bak

 

Tað var sera áhugavert og hugnaligt. 30 fólk møttust á Gamlagarði. Bólkaarbeiði hevur givið nógv góð hugskot um hvussu Svínoyingar kunnu gera sítt fyri, at betra umstøðurnar av burturkasti í oynni og m.a at gera Svínoynna grøna. 

Óli á Geilini greiddi frá søguni um torv.

Seinna partin bleiv tosa um hvussu torv kann brúkast til ferðavinnu í oynni. 

Næsta tiltakið verður 24. juni, tá vit m. a. fara at skera torv. Tá er eftir ætlan ein framsýning um torv komin upp at standa.