Bragd hevur gjørt ein góðan túr í morgun. Oddmar Niclassen, formaður sigur, at teir hava 10.500 pund, sum teir eru við at landa í løtuni. Meginparturin er hýsa, kanska eitt tons ella 2.000 pund er av toski. Stakkavík hevur eisini gjørt ein góðan túr, teir hava selt 7.800 pund á Fiskamarknaðinum.
Líðhamar og Brandur eru eisini úti, men Brandur var ikki liðugur at draga tá vit ringdu og hann helt at tað sama var hjá Líðhamri, tað frætta vit helst nærri um seinni.




