Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Treysti góð úrslit í FM fyri ung

Ítróttur

Ungu íðkararnir út Treysti vunnu heili 28 heiðursmerkir og harumframt 10 heiðursmerkir í ymsum blandaðum boðrenningum

Um vikuskfitið bleiv FM fyri ung hildið á Tórsbreyt í Havn. Treysti hevði 8 luttakarar við og teir kláraðu seg sera væl. Tey vunnu nemliga 12 gull-, 6 silvur- og 10 bronsuheiðursmerkir. Harumframt vunnu tey 10 heiðursmerkir í ymsum boðrenningum.

Íðkararnir út Treysti vóru:

Gentur 8-9: 
Rannvá Ryan (2010): bronsu í bóltkast
Kára Sigurðsson (2009) – silvur í bóltkast, kúlustoyt, longdarlop, 60m og 400m

Gentur 10-11:
Osla Berg Egilsdóttir (2007): gull í bóltkast og 60m, silvur í 300m, bronsu í kúlustoyt og longdarlop
Lisa Tummasardóttir Venned (2007):  silvur í kúlustoyt og bronsu í bóltkast

Gentur 12-13:
Vibeka Eihilt Sivertsen (2005): gull í 80m, 300m, 600m, longdarlop, hæddarlop og spjótkast, silvur í rimarenning og kúlustoyt
Miriam Havarsá (2005): gull í kúlustoyt og bronsu í 80m

Gentur 16-17:
Oddvør Josephsen (2001): gull í 400m og 800m, silvur í 100m og longdarlop

Dreingir 16-17:
Hans Sivertsen (2001): gull í hæddarlop

Øll úrslitini eru at finna á heimasíðuni hjá FÍF: Úrslit FM ung 2018

Myndirnar eru læntar frá Hvirluni og fleiri myndir eru at finna í myndasavninum hjá teimum: www.hvirlan.fo

Harleywoodpaint