Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Treysti haft aðalfund

Jóhann Lützen

Í vikuni helt Treystið sín 25. aðalfund síðani endurstovnanina í 1998. Nógv fólk møttu til góða fundin og kundu njóta gott smyrjibreyð, føðingardagskaku og hugnaligt prát aftaná fundin.

 

Roknskapurin, sum hevði góð svørt tøl á botnlinjuni, varð samtyktur. Jeggi ynskti ikki at verða afturvaldur til formann og í hansara stað var Andreas Josephsen, sum áður hevur sitið í tí sessinum, valdur. Í nevndina vórðu annars Eileen Matras og Karin Kirke vald.

Tey sum nú sita í nevndini eru Andreas Josephsen, Eileen Matras, Karin Kirke, Rani Nolsøe og Jeggi Lorentzen.

Eykalimir í nevndini eru Maibritt Sivertsen og Óluva Hvannastein.

Í Treysti síggja tey fram til eitt gott ár fyri frælsu ítróttina nú Guttabreytin er komin og tikin í nýtslu.