Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma víðari í evropeiskari kapping

Regin Sivertsen

Fyrireikingarnar til dystin hava verið framúr, og nú eru vit spentir til at sleppa at royna okkum í kvøld – sigur Thorvald Danielsen undan dystinum ímóti Sleidrecht Sport.

Hetta verður triðja royndin hjá Mjølni at leika seg víðari í evropeiskari kapping – hesaferð er mótstøðuliðið Sleidrecht Sport úr Hollandi. 

Veteranurin og liðskiparin, Thorvald Danielsen, er sera spentur uppá uppgávuna ið liggur fyri framman – “vit hava fyrireikað okkum væl uppá mótstøðuliðið og vant væl fram ímóti hesari uppgávuni”.

Flaggskipið innan flogbóltin í Føroyum skal í kvøld klokkan 19:00 í fyrsta umfarinum á CEV Challenge Cup.

Dysturin verður stroymdur og sæst við at trýsta á HER

Harleywoodpaint