Tað er ikki ofta, at KÍ hevur vunnið sínar tríggjar fyrstu dystir.
Og ein góð byrjan tey árini, har tað er hent, hevur ikki merkt tað sama sum ein góð endastøða.
Hesa øldina hevur KÍ tvær ferðir fyrr havt fult stigatal eftir trý umfør. Tað var í 2011 sum uppflytari og í 2018. Í 2011 endaði KÍ á 5. plássi og í 2018 endaði KÍ á 4. plássi.
Landsliðssteðgur er nú og KÍ spælir ikki aftur fyrr enn mikukvøldið 7. apríl, á heimavølli móti greipuvinnarunum úr HB.


