Tað er neyvan komið fyri áður, at tríggir nýggir læknar allir við ættarbondum úr Klaksvík, hava lokið prógv sama dag á sama universiteti.
Men hetta var støðan í gjár, á Syddansk Universitet í Odense, tá tær tríggjar Johanna Petersen, dóttir Andrias Petersen, lækna í Gøtu, Ása Petersen, dóttir Jaspur Petersen, kommunulækna, og Martha Haahr, dóttir Karin Haahr, lækna, fingu prógv á Syddansk Universitet í Odense.
Tríggjar kvinnur, allar við ættarbondum úr Klaksvík og døtrar til tríggjar læknar, allir úr Klaksvík.
Vit ynskja teimum tillukku og hvør veit, kanska fer onkur teirra onkuntíð at arbeiða her, læknatrotið er í hvussu so er stórt.




