Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tríggjar konsertir leygardagin

klaksvik.fo

Smærri tiltøk hava seinastu dagarnar sett ein serligan dám á vikuna. Leygardagin verður onki undantak. Rennibreytin verður alment tikin í nýtslu og aftaná tað verður lagt upp til hugnaligar gongutúrar í býnum, har møguleiki er at fara til ikki minni enn tríggjar ymiskar konsertir.

Tiltøkini á skránni til Virkið heyst eru samskipaði í góðum samstarvi við vinnuna, felagsskapir og áhugafeløg, og sum nakað heilt serligt skipa tríggjar vinnufyritøkur í býnum fyri virkiskonsertum.

LookNorth, Kjølbro Heilsølan og KSS bjóða nevnliga inn til forkunnugar tónleikaligar upplivingar.

  • Kl. 13 syngja Danny og Ingi inni á lagrinum í Heilsøluni
  • Kl. 15 TOS framførir inni í virkisbygninginum hjá LookNorth
  • Kl. 16 Hoppiborg og grillaðar pylsur við smiðjuna hjá KSS
  • Kl. 17 Bollarnir framføra á verkstaðnum hjá KSS

Les alla skránna á klaksvik.fo