Fípan Fagra tykist vera í flokki fyri seg í barnaróðri hjá dreingjum, Karin fekk heiðursmerkið annan róðurin á rað og Nevið Reyða kom sterkt aftur frá jóansøkuni, men manglaði ein stavn til at koma framum.
Í gjár var Varmakelda í Fuglafirði. KRF luttók við fýra manningum. Barnamanningin á Karini við gentum endaði á 8. plássi av 14 bátum. Barnamanningin á Fípuni Føgru við dreingjum vann aftur hesaferð i stórum stíli og alt bendur á, at hendan manning fer at vinna allar róðrarnar í ár. Hjá 5-mannaførum dreingjum endaði Karin á 3. plássi og fekk sostatt annan róðurin á rað heiðursmerkið.
Hjá 8-mannaførum fingu vit mest spennandi róðurin hendan dagin. Eins og á hinum stevnunum fekk Argjabáturin besta startin. Spurningurin var so, um vit fóru at síggja Nevið Reyða taka hendan munin innaftur eins og á fyrstu tveimum stevnunum ella um Argjabáturin fór at halda og økja eins og á jóansøku. Vit fingu ein sera spennandi róður nærum allan teinin. Argjabáturin var allatíðina frammanfyri, men í løtum var næstan eingin munur og í seinastu tøkunum var um reppið, at Nevið Reyða fór framum. Tað manglaði tó ein stavnur ella har áleið. Sostatt hava bæði Argjabáturin og Nevið Reyða vunnið tveir róðrar í part og eru púra javnir í FM-kappingini. Skulu vit fáa eina FM-finalu á ólavsøku, so krevst, at bátarnir vinna hvør sín róður áðrenn.
Komandi leygardag verður Fjarðastevna á Strondum.


