Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Trílemba í Mikladali

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Markus í Norðnastovu fekk eina trílembu fyri umleið trimum vikum síðani. Hann sigur at lombini trívast væl og halda til á eini trøð í Mikladali. Markus hevur annars ein hagapart í Djúpadali har ærin hoyrir heima. Tað sjáldsama er heldur Markus, at mamman ongantíð áður hevur lembt tvey. Men sigur hann, tað er ikki so heilt sjáldsamt at fáa trílembu, heldur ikki í Kalsoynni.