Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trivnaðartiltøk, ið muna

Skúlablaðið

Í happingarkanningini, ið var løgd fram 8. mai í Mentamálaráðnum, sæst m.a., hvat lærarar í skúlunum meina ger mun innan trivnaðin á skúlaøkinum. Lærarar vóru bidnir at svara upp á spurningin: Hvørji tiltøk í sambandi við happing eru sett í verk í tínum skúla og eisini varð spurt um, hvørt tiltøkini virka. Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum:

82% av lærarunum siga, at trivnaðarætlanin er sett í verk í skúlanum. Flestu teirra, 68 %, siga, at hon virkar, meðan 14 % siga, at hon virkar ikki.

88 % av lærarunum siga, at flokslæraratoymi er sett í verk. Her av siga 5 %, at flokslæraratoymið virkar ikki, meðan 83 % siga, at tað virkar trivnaðinum at frama.

85 % av lærarunum siga, at AKT-læraraskipanin er sett í verk. Av hesum siga 11 %, at hon virkar ikki, meðan 74 % siga, at hon virkar væl.

Omanfyrinevndu tøl vísa á, at tað eru gongdar leiðir at ganga. Happingin í skúlanum er minkað við 2 % síðan kanningin var gjørd í 2007, og tað er at fegnast um. Omanfyri nevndu átøk eiga helst sín lut í hesari framgongd. Tí eiga vit at styrkja um hesi. Trivnaðarætlanirnar eiga javnan at verða dagførdar og tillagaðar, so tær gera veruligan mun, flokstoymini og flokstoymismentanin eiga at styrkjast, og tímar eiga at setast av til arbeiðið, samstundis sum AKT-læraraskipanin eigur at betrast. Enn hevur eingin verulig AKT-útbúgving staðið AKT-lærarunum í boði, og tað er spell, tí lærararnir vísa greitt á, at AKT-læraraskipanin ger mun rætta vegin.

Umframt áður nevndu trý punkt síggja vit í kanningini, at skúlarnir ikki raðfesta floksins tíma. Bert 27% av lærarunum eru í skipan við floksins tíma, og hetta er ov lítið, um floksins tími er eitt amboð, ið skal menna trivnaðin á skúlunum. At floksins tími ikki er meiri brúktur, kann hava fleiri frágreiðingar, men í verandi skipan verður eingin tími beinleiðis játtaður til hetta arbeiðið. Tað merkir, at skúlin skal niðurraðfesta onkra lærugrein fyri at skapa rúm til floksins tíma, og tað kann vera ein trupul avgerð, tá tímajáttanin so dánt strekkir til kravdu ásetingarnar.

Í tilmælinum, ið er gjørt í samband við happingarkanningina, eru nøkur átøk, sum skulu vera á heysti 2015. Hesi átøk eru ein byrjan, og vónandi koma tey at leggja lunnar undir, at skúlarnir fáa møguleika at arbeiða enn meiri málrættað innan trivnaðarøkið.