Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Trivnaður, framskygni og skynsemi næstu fýra árini

Tekstur: Jóhann Lützen: Myndir Oliver Joensen

Varpið var karmur um tiltakinum, tá býráðsmeirilutin við slagorðunum “Trivnaður, framskygni og skynsemi” bjóðaði almenninginum við til undirskriving av samgonguskjalinum í kvøld

 

Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri høvdu bjóða inn í Varpið í kvøld, tá skrivast skuldi undir samgonguskjali. 

Heilt fitt av fólki var møtt í kavaveðrinum, at síggja hesa søguligu hending. Karl Johansen beyð vælkomin og las eina bøn upp. Siðani greiddi hann í stuttum frá hvussu samgongan varð skipað. Eftir hetta fingu forfólkini fyri ymsu nevndirnar orðið og greiddu í stuttum frá hvat tey fóru at leggja dent á komandi setuna.

At enda settu býráðslimirnir sítt navn undir samgonguskjalið. Vit hava samrøður við býráðsmeirilutan í morgin.