Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trolbøting á háskúlanum

Jóhann Lützen

Føroya Fiskimannafelag skipar fyri trolbøting í hesum døgum – undirtøkan er framúr.

Í dag byrjaði skeið í trolbøting á háskúlanum.

Gravgangur hevur veri at sleppa á skeiðið. Tað er Føroya Fiskimannafelag skipar fyri.

Hetta er eitt skeið í trolbøting, ætlað øllum, sum meta seg vera óroynd at bøta trol. Her verður eitt sindur av teori, men mest undirvísing í trolbøting í verki. Luttakararnir læra at bøta vanlig net, so sum hol og tungur, seta stykkir í, møguliga spleysa og gera ymiskar knútar og annað. Teir sum byrjaðu í dag eru allir óroyndir í trolbøting.

Teir læra eitt sindur av tí mest grundleggjandi teknikkinum um trolbøting og knútar. Pláss var fyri 16 luttakarum og tað er fullteknað og bíðilisti er.