Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tróndardagur

Jóhann Lützen

Hósdagin 18. Juli verður Tróndardagur hildin í gamla býlinginum í Norðragøtu.

 

 

Á skránni er nógv spennandi – m.a. sleppa vit at síggja og uppliva hvussu lívið helst var á Tróndar døgum við amboðum, handverki og stuttligum spæli, sum víkingar skipa fyri. Á keiini bjóðar Kappróðrarfelagið Tindur inn um gátt at síggja róðrarbátarnar í neystinum.

Opið verður í Gøtu Fornminnissavni, har hópin av gomlum lutum verða sýndir fram. Í Glyvrahanusarhúsi verður áhugaverd listaframsýning við hjúnunum Anju Klæmintsdóttir Jacobsen og Sam Jacobsen.  

Skipað verður fyri ókeypis ponyríðing til børnini og kaffi, te, kaka og MIST verður at fáa. Á økinum verður eisini møguleiki at keypa sær okkurt til matna frá Fisk&Kips bilinum.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til Tróndardagin – ein dagur har føroyskur dansur, fólkafundur, felagssangur, røður og livandi tónleikur seta dám á dagin.

Harleywoodpaint