23 ára gamli runavíkingurin Tróndur Ellingsgaard er settur í starv á Norðlýsinum. Tað er økt virksemi sum ger, at vit nú hava sett Tróndur, at taka sær av lýsingarpartinum, sigur Jóhann Lützen stjóri á Norðlýsinum
Tróndur fer at hava lýsingarpartin í blaðnum og á heimasíðuni um hendi. Hann skal sniðgeva lýsingar og eisini seta blaðið upp. Harumframt verður søluarbeiði ein partur av hansara arbeiði.
Nú Tróndur byrjar so fáa vit eisini nýggjar vørur á hyllina. Vit kunnu átaka okkum størri og smærri grafiskar uppgávur fyri kundan, ársrokniskapir, politiskt tilfar, bóklingar, faldarar, visitkort, sanghefti, gravsálmar v.m.
Handlar, stovnar, feløg, fólk og fyritøkur eru altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum á lysing@nordlysid.fo ella við at ringja á 221991. Vit finna eina loysn júst til tykkara tørv.




