Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tróndur Sigurðsson stillar upp

Jóhann Lützen

Norðlýsið skilir, at Kári Johansen eisini er á listanum, umfamt Súnu Mørk og Bjørg Dam

 

Tað gongur fyri seg í Tórshavnar kommunu. Norðlýsið var fyrst við tíðindunum um at Tróndur Sigurðsson hevði trekt seg av listanum hjá Javnaðarflokkinum. 

Norðlýsið frættir nú, at veljarar í Tórshavnar kommunu ikki nýtast at óttast, tí teir fáa høvið at greiða sína atkvøðu fyri Tróndur Sigurðsson. Krúnprinsurin í havn verður nevniligani at finna á einum borgaralista. Kári Johansen verður eftir øllum at døma eisini á listanum, eins og Bjørg Dam og Súna Mørk. 

Listin er tó ikki latin inn enn. Freistin at lata listan inn er 22. oktober. 

Niðanfyri síggjast atkvøðurnar sum tey fingu á seinasta býráðsvali. Tilsamans 1.610. Hetta atkvøðutal vil helst geva tvey umboð, tí á valinum seinast fekk Fólkaflokkurin 1.704 atkvøður og hevur tvey umboð. 

  • Tróndur Sigurðsson 882
  • Kári Johansen 268
  • Súna Mørk 258
  • Bjørg Dam 202