Í kjakinum í KvF í kvøld kom millum annað fram, at í miðstaðarøkinum trúgva færri enn helvtin (44%) á Guð, og eisini í vestara og sunnara partinum av landinum er talan um færri enn helmingin av íbúgvunum, ið trúgva á Guð. Her er talið tó 48%. Tilsamans fyri Føroyar trúgva 54% á Guð. Harvið er ikki sagt, at restin eru ateistar, tí ein svarmøguleiki er eisini “Hægri vald”. 27% av føroyingum trúgva, at eitt hægri vald, ið tó ikki er Guð, er til.
Norðoyggjar og Eysturoy skara hinvegin framúr, tá tað kemur til trúgv, og Heri á Rógvi, hagfrøðingur, segði hetta vera púra óvanligt at síggja í statistikkinum, og at brúgvin um Streymin fyri tað kundi verið ein brúgv millum tvey heilt ymisk lond, tá tað kom til átrúnað. Heili 71% av norðoyingum og eysturoyingum trúgva á ein gud. Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevði eina áhugaverda frágreiðing uppá, hví hetta mundi vera, og nevndi millum annað, at fólkakirkjan í Klaksvík stóð veik, tí prestur fyri Norðoya Prestagjald sat á Viðareiði, heldur enn í Klaksvík, og hetta hevur verið viðvirkandi til, at Brøðrasamkoman hevði so lætt við at fáa fótafesti í Klaksvík.
Søgufrøðingurin nevndi eisini, at tað hevði havt sera nógv at siga, at J. F. Kjølbro í 1920 læt seg doypa inn í Brøðrasamkomuna. Hagtølini í sendingini undirbygdu hetta, tí hóast kristindómurin stendur sterkur í Norðoyggjum, so eru lutfalsliga færri kirkjugangarar í Klaksvík, enn tað eru í Havn. Sum orsøk fyri hesum varð nevnt, at í Klaksvík telur Brøðrasamkoman eina lítla helvt ella 40% av íbúgvunum (hetta talið er ikki úr kanningini).
Men hóast Norðoyggjar og Eysturoy eru nakað serstakt í so máta, so er talið av føroyingum, ið hava eina trúgv á eitthvørt størri enn tey sjálvi, heili 81%, og harvið væl hægri enn tað er í grannalondunum. Umroknað merkir hetta, at 40.500 føroyingar eru antin trúgvandi ella andaligir, harav 27.000 trúgva ein gud. Sama tal, 27.000 ella 54%, er eisini talið av norðoyingum og eysturoyingum, sum trúgva á eitt lív aftaná deyðan, ið annað hvørt er í einum himmali ella í helviti.
Tá tað kemur til ikki at trúgva, eru somuleiðis tveir bólkar. Annar er agnostikararnir, ið ikki vita um nakað hægri vald er til, og vilja vera við, at tað letur seg ikki gera at vita tað. Tey sum siga seg ikki vita, hvat tey skulu trúgva uppá, telja 7% í kanningini. Hin bólkurin eru ateistarnir, ið vilja vera við, at ongin gudur ella nakað annað hægri vald er til. Hesi telja 10% í allari kanningini. Eru tølini umboðandi, merkir tað, at 5.000 føroyingar ikki trúgva á gud ella annað hægri vald, og at 8.500 føroyingar ikki eru trúgvandi. Enn er hetta talið ikki býtt á økir, so vit vita ikki, hvussu nógvir ateistar og agnostikarar kunnu roknast við at vera í Eysturoy og Norðoyggjum.
Spurdir, um teir væntaðu, at Skálafjarðartunnilin fór at broyta Føroyar átrúnaðarliga, væntaðu allir panelluttakararnir – hinir báðir vóru, umframt Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing, Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur, og Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu –, at tað fór hann. Teir mettu, at átrúnaðarligu viðurskiftini fóru at javna seg meira út, og at (Norður-)Føroyar harvið fóru at blíva meira homogenar. Men teir vildu ikki siga, um hetta merkti, at eysturoyingar og norðoyingar fóru at vera minni trúgvandi, ella um miðstaðarfólk fóru at gerast meira trúgvandi.
Samanumtikið varð staðfest enn eina ferð í sera góðu kjaksendingini, at átrúnaðurin og trúarlívið í Føroyum hava tað best í Norðoyggjum og í Eysturoynni.



