Í dag er sokallaði “Super Tuesday” og tað verður hildið fyri víst, at tá morgindagurin kemur so eru bert Donald Trump og Joe Biden eftir, at dystast um at gerast næsti forseti í Amerika
Super Tuesday er ein týsdagur seinast í februar ella fyrst í mars har val er í 16 statum, tá forseti skal veljast. Umleið helvtin av umboðsfólkunum verða vald, ið gera av hvør gerst forsetavalenvi hjá ávíkavist Republikanska og Demokratiska flokkinum.
Joe Biden, sitandi forseti stillar mest sannlíkt upp fyri demokratarnar og hjá republikanarunum er dysturin millum Donald Trump og Nikki Haley. Donald Trump er stórfavorittur at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum.




