Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trupul avgerð at taka

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við 27-ára gomlu Biritu Matras Petersen, sum at kalla varð kastað fyri leyvunum, tá hon hósdagin 2. november tók sæti á tingi fyrstu ferð. Elddópurin var nevniliga onki minni enn uppskotið hjá Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu í arbeiðsmarknaðarmálum, um at lóggeva undantøk, soleiðis at sjúkrarøktarfrøðingar, ið áður vórðu fevndir av undantøkum, skuldu møta aftur til arbeiðis, hóast Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði tikið øll undantøk aftur sama dag.

– ”Eg eri komin á ting í eini tíð, har tað stendur nógv á, og skal taka nakrar nokkso torførar avgerðir. Tað var ein rættiliga ring avgerð at taka, tá eg hósdagin skuldi taka støðu til at lóggeva nakrar sjúkrarøktarfrøðingar aftur til arbeiðis, men tað var gjørt fyri at verja lív og heilsu”, sigur Birita Matras Petersen.

Í dag, 8. november 2023, er Birita aftur á tingi, og hetta var fyrstu ferð, at hon tók orðið sjálv. Norðlýsið bað hana seta nøkur orð á kensluna og á tingarbeiðið sum heild.

– ”Júst hetta [tingmálið 8. nov., blaðm.] er eitt gott mál eftir mínum tykki. Vit eru í ferð við at dagføra nakrar lógir um vardar bústaðir til fólk, ið hava serligan tørv, og tað er eitt mál, vit kunnu fegnast um verður framt. Eg haldi at tað gekk væl, og eg eri nøgd higartil. Tingarbeiðið er spennandi, men kann eisini vera hart og avbjóðandi. Man er noydd at taka onkrar truplar avgerðir”, sigur Birita at enda.

Birita situr á tingi sum varafólk fyri Bjarna Hammer í Javnaðarflokkinum, sum er á ST-fundi í New York, og hon avloysir hann í tíðarskeiðnum 1.-17. november.