Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygdarátøk bjarga mannalívum

Helgi Abrahamsen

Fiskivinnan hevur framvegis 25 – 50 ferðir fleiri deyðsføll, enn vinnur á landi hava, men hetta kunnu vit gera nakað við.

Fiskivinnan hevur framvegis 25 – 50 ferðir fleiri deyðsføll, enn vinnur á landi hava, men hetta kunnu vit gera nakað við.

“Hóast talið av vanlukkum á sjónum er lækkað nógv, so vísa tøl frá londunum rundanum okkum, at millum 25 og 50 ferðir fleiri deyðsføll eru í fiskivinnuni, enn tað eru í vinnum á landi.” Tað sigur Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur.

Annbjørg fór í 2014 undir at samla upplýsingar um vanlukkur í føroysku fiskivinnuni. Talan er um vanlukkur, sum eru hendar í tíðarskeiðinum frá 1972 til 2014, og hesi tølini hevur hon nú fingið hagtalsviðgjørd.

Mikudagin 17. august varð skipað fyri kunningardegi á Sjónámi í Klaksvík í sambandi við Sjómannadagin. Har varð úrslitið av kanningararbeiðinum lagt fram, umframt at bæði føroyskir og útlendskir gestir høvdu fyrilestrar um trygd á sjónum.

“Út frá úrslitinum av hesum arbeiðinum kunna vit nú vísa á afturvendandi orsøkir til vanlukkur, vísa á títtleikan av ymisku vanlukkunum innan einstøku skipabólkarnar, og vísa á sermerktar vandastøður,” sigur Annbjørg á Høvdanum.

Nógv er gjørt, men nógv er eftir at gera

Spurd hvat endamálið er við kanningunum, sigur Annbjørg á Høvdanum, at tað er at fáa lýst nøkur mynstur, sum gera tað møguligt at skipa eina málrættaða fyribyrging.

“Nógv er longu gjørt fyri at økja um trygdina umborð á skipum, men vit kunnu framvegis gera nógv afturat,” sigur hon.

“Skaðar henda ofta, tí fólk gera skeivar handlingar orsaka av møði. Har kunnu vit vinna nógv við at skipa hvíldina øðrvísi. Eisini síggja vit nógvar skaðar orsaka av hálku. Fólk glíða, ella verða rakt av lutum ið koma skreiðandi. Tí kann sleppast undan, við at gera dekk og fótbúnar úr óhálari tilfari, og við at fólk venja seg við at halda sær í, tá tað er møguligt. Eisini nýtsla av hjálmi kann fyribyrgja nógvum skaðatilburðum,” sigur hon.

Skaðar við bryggjukantin

Áðrenn 1994 var alkohol ofta uppií, tá skaðar hendu umborð á skipum, og nógvir skaðar hendu – og henda framvegis, meðan skip liggja við bryggju.

“Landgongdir ið ikki virka sum tær eiga, og líknandi feilir kunnu vera orsøkir til nógvar skaðar,” sigur Annbjørg.

Tølini hava manglað

Orsøkin til at Annbjørg á Høvdanum fór undir at samla hagtøl um vanlukkur á sjónum, var eitt norðurlendskt samstarv.

“Eg var í 2012 partur av einum arbeiðsbólki, sum skrivaði um deyðsvanlukkur í Norðurlondum. Har sá eg ferð eftir ferð, at vit í Føroyum høvdu eingi tøl at vísa á,” sigur Annbjørg. Hetta helt hon vera løgið, tí Føroyar eru tað norðurlandið sum er mest tengt at sjónum.

Hon fór tí undir at samla viðkomandi hagtøl, og tað eydnaðist, at fáa fleiri manningarfeløg at stuðla arbeiðinum.

Mugu broyta hugburð

“Hugburðurin er ofta, at vanlukkur henda bara fyri onnur. Tí er tað umráðandi at fáa víst á føroysk tøl, tí tey umboða okkum sjálvi,” sigur Annbjørg á Høvdanum. Hon heldur tað tí hava stóran týdning, at fáa hesi tølini út til sjófólkið.

Tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna, ætlaði at krevja, at sjófólk sum mynstraðu fyrstu ferð skuldu á trygdarskeið í tríggjar vikur, varð so hært politiskt trýst lagt á hana, at hon noyddist at stytta skeiðið til eina viku.