Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygdarmiðstøðin í Klaksvík í menning

John William Joensen

Dugnaskapur og virkisfýsnið eyðkennir Trygdarmiðstøðina í Klaksvík, segði umboð fyri Norsk Veritas m.a.

Fríggjadagin var móttøka á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík har umboð fyri fiskivinnuna og Føroya Landsstýri hátíðarhildu at Trygdarmiðstøðin nú eisini hevur fingið ISO 9001:2000 gókenning frá Norsk Veritas.

Leiðarin á trygdarmiðstøðini segði at hetta setti stór krøv til starvsfólk og var samstundis ein viðurkenning av tí seriøsa arbeiðinum sum starvsfólkinini á støðini høvdu gjørt.

Landsstýrismaðurin í figgjarmálum – Karsten Hansen – bar heilsan frá Føroya Løgmanni – sum ikki kundi koma tí at hesin var í samráðingum um at skipað nýtt landsstýri.

Baði politikarar og embatisfólk í almennu ráðunum vístu á tann sera jaliga hugburð og tað stóra arbeiði sum bleiv gjørt á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík og tað stóð øllum greitt at umráðandi var at fáa okkurt munagott gjørt við hølisviðurskiftini hjá støðini.