Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggur sigur til Stjørnuna

Oliver Joensen

Eftir eitt skifti í seinna hálvleiki at vera aftanfyri 12-7, vendi Stjørnan einum hóttandi tapi í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini móti VB til ein tryggan 25-17 sigur.

Hóast tað í løtum sá svart út, so mistu Stjørnuleikarnir ongantíð trúnna uppá, at tað fór at ganga.
Og tá Stjørnan so fekk spælið at koyra og setti ferðina upp, megnaði VB ikki at fylgja við,
og Stjørnan økti bara støðugt um leiðsluna. Samanumtikið eitt liðavrik av Stjørnuni, og eitt flott úrslit.
Tillukku Stjørnan  – Vit gleða okkum til ein góðan dyst í KÍ-høllini í morgin kl. 15:00.
Málini hjá Stjørnuni skutu Alina 9, Katarina 6, Una 4, Anna Kristina 3, Durita 2 og
Joan 1