Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trygvi Hansen til Mjølnir

Jákup Ósá

Høgi miðjuleikarin av Toftum fer aftur í Mjølnir blusuna komandi kappingarár.

Trygvi Hansen er 24 ár og slektaður av Toftum. Hann hevur leikt fyri Ternuna, Mjølnir og ÍF. Trygvi spælir á landsliðnum og hann er spentur til kappingarárið, sum byrjar seinast í hesum mánaðinum.

– Tað sær spennandi út í Mjølnir og tí vildi eg gerast partur av flogbóltinum her norðuri. Eg havi fyrr leikt í Mjølnir, so eg kenni felagið og eg kenni meg væl her. Til dagligt arbeiði eg eisini í Klaksvík, so hetta er ein góð loysn fyri meg. Samanhaldið er sera gott og venjarin koyrir á okkum, so her er gott at verða, sigur Trygvi   

Herfyri boðaði Mjølnir frá, at Philip Freere er settur sum leikandi venjari í felagnum .

Landskappingin í Flogbólti byrjar 29. september