Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunlar í góðum tíðum

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Vit hava bíða leingi. Alt ov langi. Í svari uppá fyrispurning hevur løgmaður svarað, at núverandi ætlan at gera tunnlarnar norður um Fjall í 2022 ikki er nøktandi. Eisini var fráboðað at landsstýrið arbeiðir við loysnum, fyri at fáa verkætlanin framskunda.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur fráboðað, at uppskotið hjá NUMO er áhugavert. Eisini hevur hann fráboðað at Landsverk metir, at tað er bíðligari og helst skilagott at bjóða Hvalba og norður um Fjall út í senn. Enn ein áhugaverdur møguleiki. Men vit bíða eftir endaligu útmeldingini.

Í orðaskifti á tingi kom týðuliga fram, at øll meta, at tunlarnir norður um Fjall skulu gerast. Landsverk mælir til tað sama, og metir hesa verkætlan átrokandi.

Spurningurin, ið stingur seg upp er: Hvussu skjótt vit skulu byrja?. Summi grundgeva fyri, at í góðum tíðum mugu vit ikki gera tunlar, tí so seta vit ov nógva ferð á búðskapin. Eg eri ósamdur. Tunlar eru verkætlanir, ið skulu raðfestast høgt, tá ið tíðirnar eru góðar. Í stuttum eru tvær høvuðsgrundgevingar fyri at so er.

  • Tunnulsverkætlanir eru verkætlanir, ið seta lutfallsliga lítla ferð á búðskapin. Í eini tunnilsverkætlan telja arbeiðslønir einans uml. 20 % av samlaðu verkætlanini. Í øðrum byggiverkætlanum telja arbeiðslønir uml. 40 %.
  • Í góðum tíðum kunnu tunnilsverkætlanir fremjast uttan at grundleggjandi vælferðatænastur so sum, heilsiverk, almannaverk og skúlaverk koma undir stórt fíggjarligt trýst. Tá tíðirnar eru ringar, verður grundgivið á slíkan hátt, at tunnulsverkætlanir koma í aðru røð.

Tá verða verkætlanir raðfestar, ið seta nógva ferð á búðskapin. Tá verða krónurnar, ið eru til taks, brúktar til at halda vælferðatænastum á nøktandi støði. Hetta var støðan í 2009. Hinvegin var raðfestingin í 2012, tá uppgangstíðir aftur vóru at hóma, og har tunlarnir norður um Fjall vóru taparin, rein politisk íløgutelving.

Eg mæli til, at vit nú í góðum tíðum, framskunda tunlarnar norður um Fjall sum skjótast. At landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Landsverk leggja fyri landsstýrið tey góðu hugskot, ið kunnu fremja hetta í verki, so at løgmaður fær handlað í samband við ætlan sína um at framskunda tunlarnar norður um Fjall. Løgmaður og landsstýrismaðurin í samferðslumálum hava meldað út, at hetta er skilagott.

Vit hava bíða ov langi. Alt ov langi.