Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tunlar norður um Fjall: Málið fallið

Jóhann Lützen

Tað vórðu tinglimir úr andstøðuni, ið tosaðu jaligt um uppskotið, ímeðan tinglimir úr samgonguni vístu til eitt arbeiði, sum løgmaður skal taka stig til í næstum, tá viðgerð var um málið viðvíkjandi tunlum norð um fjall. Atkvøðugreiðslan vísti 15 ímóti og 14 fyri.

Tingfundur hevur verið í allan samlan dag og heilt fram til kl. 03.20 í nátt. Eitt av málunum sum hava stóran áhuga eru tunlarnir norður um fjall. Fleiri fólk eystan Múla sótu í tinginum, tá málið varð viðgjørt. 

Tunlarnir norður um Fjall verða ikki framskundaðir, í hvussu so er ikki í tann mun sum andstøðuuppskotið leggur upp til. Samgongan stóð saman um at fella uppskotið hjá andstøðuni. Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Jenis av Rana, Joen Magnus Rasmussen, Bárður Nielsen, Magnus Rasmussen, Jacob Vestergaard, Helgi Abrahamsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr andstøðuni hava lagt uppskot fram um alternativan fíggingarleist, ið framskundað byggingina av tunlum norður um Fjall.  

Samgongutinglimirnir úr Norðoyggjum Jónleif Johannesen og Óluva Klettskarð vístu á, at samgongan ætlar at framskunda tunlarnar norður um Fjall. 

Jónleif Johannesen úr samgonguni segði í røðu sínari, at løgmaður fer at finna eina semju við at kalla politisku flokkarnar saman og finna eina loysn um einar 14 dagar ella tíðliga í vár. 

Óluva Klettskarð vísti á, at hon tók ikki undir við uppskotinum frá andstøðutinglimunum. Hon segði seg stuðla ætlanunum um at Hvalbiar tunlarnar skulu gera fyrst og síðani skulu tunlar norður um Fjall gerast. Eins og Jónleif Johannesen, vísti Óluva Klettskarð á, at floksformenninir skulu finna eina loysn um at framskunda tunlarnar norður um Fjall. Óluva helt at nýgerðin av tunlunum vórðu í betri hondum hjá samgonguni, enn hjá fólkaflokkinum, ið seinastu 20 árini ikki høvdu megnað at gjørt tunlarnar norður um Fjall. 

Ruth Vang, forkvinna i fíggjarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum hjá andstøðutinglimunum. Hvalbiartunnilin skal gerast fyrst og síðani skulu tunlar norður um Fjall gerast.