Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tunlarnir Norður um Fjall bodnir út

Jóhann Lützen

Í stuttari fráboðan í dag fegnast Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, um, at tunlarnir Norður um Fjall eru bodnir út.

Hetta ger hann inni á Facebook-bólkinum “Tunlar Norður um Fjall nú!”. Orðarætt skrivar løgtingsmaðurin soleiðis:  

“Tunnlarnir Norð um Fjall útbodnir!!!!!!!

Eg fegnist stórliga yvir at tunnlarnir Norð um Fjall nú eru bodnir út. Tað hevur verið sera hugtungt at so mong ár eru gingin, men tess størri er gleðin yvir at tunnlarnir nú koma í gongd.”

Hóast tað er óváttað, ivast vit ikki í, at tingmaðurin hevur sínar keldur í lagi, og tí er líkt til, at tunlarnir endiliga eru bodnir út.

Undir uppslagnum fegnast fleiri, sum vera man, meðan onnur harmast um linjuføringina, at hendan ikki verður gjøgnum Gerðabø, ið av mongum verður mett sum tann besta, meðan onnur spyrja um ein vegur fer at koma undir Kjøli.

Men livst, so spyrst. Uttan iva fara vit at frætta nógv meira um útboðið komandi dagarnar.