Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tunlarnir Norður um Fjall skotnir ígjøgnum í ár

Jóhann Lützen

EYKAJÁTTAN: 30 mió. krónur eru settar av aftrat til tunnilsverkætlanina Norður um Fjall í ár, so komast kann ígjøgnum báðar tunlarnar innan árslok

Tað gongur sera væl at gera nýggju Tunlarnar Norður um Fjall, og við verandi gongd kann við roknast við, at komið er í gjøgnum báðar tunlarnar innan árslok.

Í nýggju eykajáttanarlógini, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, júst hevur lagt fyri Løgtingið,verður játtanin til byggingina økt munandi.

Tað eru játtaðar 97 mió. kr. til Tunlar Norður um Fjall í fíggjarlógini fyri 2022. Verandi framleiðsla og gongd í løguverkætlanini gongur somikið væl og skjótt, at Landsverk møguliga má geva boð um, at Articon skal steðga framleiðsluni einaferð í heyst, tí játtanin er uppi.

Sambært eykajáttanaruppskotinum mælir Landsverk til, at arbeiðið eigur at kunna halda fram ótarnað og soleiðis viðvirka til, at góða gongdin kann halda fram. Til tess er tørvur á eykajáttan á 30 mió. kr. til verkætlanina.

Samlaða játtanin til verkætlanina er 522 mió. krónur.

Harleywoodpaint