Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tunnusláttur við Klaksvíkar Hornorkestri

Dávur Winther

Sum gamal siður er, hevur Klaksvíkar Hornorkestur enn einaferð skipað fyri tunnusláttir í Badmintonhøllini.

Nógvar flottar grýlur ov væl útklødd børn.

Á skránni var tunnusláttur fyri børn, stórt mat- og køkutombola, lutaseðlasøla við nógvum góðum vinningum og so var eisini kaffisøla við nýbakaðum vaflum.

Ein hugnalig løta, har tað spakuliga leygist til við kattakongum, meðan peningur og vinningar vórðu hanlaði um diskin.