Liverpool Føroyar skipar fyri túri til Liverpool í sambandi við dystinar móti West Ham tann 29. oktober og móti Anderlecht tann 1. november. Tekna teg sum skjótast.
Føroyska fjepparafelagið hjá Liverpool FC skipar fyri túri til Liverpool í døgunum 29. oktobur til 2. novembur. Farið verður úr Vágum leygarmorgunnin 29. oktobur kl 08.00 og flogið verður beinleiðis til Liverpool. Ferðast verður heim aftur kl. 02.00 náttina til 2. novembur.
Leygardagin verður dystur móti West Ham á Anfield og týsdagin 1. novembur er tað Champions League dysturin móti Anderlecht. Gist verður nakað uttanfyri Liverpool á góðum 4 stjørnaðum hotelli, har 45 dupult kømur eru.
Prísurin er fyri ferðina aftur og fram, hotel uppihald í 3 nætur við morgunmati, bussferðir millum flogvøllinum og hotelli, og til dystirnar, umframt atgongumerkir til dystirnar. Samlaði kostnaðurin fyri túrin er einans kr. 5.995 fyri hvønn. Tað er tó ein treyt at minst 90 luttakarar verða við á ferðini. Seinasta freist at tekna seg er 5. oktober.
Tit eru vælkomin at melda á tykkum til longu nú við at senda ein e-post til liverpool@liverpool.fo. Sí kunning á heimasíðuni www.liverpool.fo.




