Tveir av lyklaleikarunum hjá KÍ eru farnir til Noreg at royna seg.
Talan er um toppskjúttan Jóannes Bjartalíð og liðskiparan Jákup B. Andreasen. Teir eru farnir at venja hjá Raufoss, sum spælir í næstbestu norsku deildini. Sum skilst venja teir við í nakrar dagar hesa vikuna.


