Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tveir Klaksvíkingar róðu á norðoyastevnu í 1970

Jákup Ósá

Í gjár skrivaðu vit, at tað neyvan nakrantíð hava róð tvey 10-mannafør frá Klaksvík á eini stevnu fyrr.

Hetta vísir seg partvís ikki at verða rætt, men í FM-róðri er tað rætt. FM-róðrarnir verða vanliga skrásettir aftur til 1973.

Í 1970 róðu tvey 10-mannafør úr Klaksvík, sum ein lesari hevur gjørt okkum varugar. Hetta var á norðoyastevnu. Hetta var fyrsti róðurin hjá tí tá nýggja Klaksvíkingi, sum eisini vann róðurin. Klaksvíkingur vann tveir róðrar afturat sama ár. Við gamla Klaksvíkingi róðu sum skilst næmingar á Klaksvíkar Sjómansskúla, og teir róðu bara hendan eina róðurin tað árið.

 


Úrslitið hjá 10-mannaførum á norðoyastevnu í 1970 gjørdist:

1. Klaksvíkingur

2. Skálabáturin

3. Vágbingur

4. Norðingur

5. Suðringur

6. Eystringur

7. Klaksvíkingur (gamli)

8. Havnabáturin

9. Tívil

Manningin á Klaksvíkingi á norðoyastevnu var hendan sambært KRF: Torleif Sigurðsson, Svenning Eysturdal, Jákup Sørensen, Petur H. Poulsen, Hanus Hansen, Ólavur Johannesen, Kjartan Thomasen, Einar Thomasen, John P. Danielsen, Martin Jacobsen, Karl J. Petersen


Kelda: Norðlýsið (Tíðarrit)