Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir sløkkiliðsmenn heiðraðir

nes.fo

Fríggjkvøldið, 6. sept., vórðu tveir sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði – SKS – heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár.

 

 

Í samband við 50 ára  dagin hjá SKS var hugnalig samkoma á Svangaskarði fríggjakvøldið, har Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgingarnevndini hjá SKS, handaði sløkkiliðsmonnunum heiðurstekin.

Teir, sum fingu heiðurstekin, eru:

Jónsvein Bjartason, Strendur og

Helgi Olsen, Rituvík.

Tað var Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsfólk.