Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvey starvsfólk hjá Heimamissiónini sjúkrameldað

Trubodin.fo

Erla Mortensen og Pól Johannesen eru sjúkrameldað, eftir at tey vóru í einum ferðsluóhappi í gjár

Tey vóru stødd í sama bili ávegis til Nesvíkar, tá ið tey vórðu rakt av einum mótkoyrandi bili. Bæði hava fingið skaða og hava brotið ymiskt í kroppinum. Tey eru tí sjúkrameldaði næstu tíðina.

– Vit eru sera takksom fyri, at bæði Pól og Erla eftir umstøðunum hava tað gott. Soleiðis sigur aðalskrivarin Andrias Magnussen. – Tey hava fingið snuddir og brot. Nú skulu tey hava frið og náðir at koma fyri seg aftur. Eg vil heita á øll um at umfevna Pól og Erlu og familjur teirra við bøn og tøkk til Guds.

– Um tykkum tørvar hjálp við onkrari uppgávu, sum Erla ella Pól skuldu hjálpa tykkum við komandi tíðina, so eru tit vælkomin at venda tykkum til mín, leggur Andrias afturat.

Harleyfacadeacryl