Í dag hevur ein gravimaskina hjá kommununi verið uppi á Flesjunum og tikið sand upp eystanfyri kaina, sum legst inni við dráttin har.
Tilfarð varð so koyrt oman á Sandin norðanvert Føroya Bjór og lagt í skráan har, so hetta bøtur um fjøruna; nú fleiri íbúðir verða gjørdar oman móti sjónum.
Við hesum hevur drátturin uppá Flesjum fingið eina hjálpandi hond – og sama hevur fjøran norðanfyri Føroya Bjór.
Samstundis arbeiða dykkara uppi á Flesjum við at longja kloakkina, sum rennur út í sjógvin her. Hon skal loyngjast eini 100 m út í sjógvin. Teir boraðu ferstir í helluna á botni at festa rørini í.







































