Ein søga um ta umvendu verð, har flest allir leiklutir eru vendir á høvdið. Børnini klára alt sjálv. Tey keypa inn, gera mat og ansa eftir foreldrunum.
Í Tvøra og Tvassalandi sært tú hús liggja á liðuni, bilar flóta á sjónum og bátar uppi í luftini. Men kortini líkist gerandisdagurin okkara.
Tvøri og Tvassa er ein fitt og hugtakandi myndabók, sum er ætlað børnum í aldrinum 2 til 6 ár.
Men eisini smærri skúlabørn kunnu práta um søguna og fáa ymsikan stuttleika burturúr tekningunum.
Søguna og hugskotið eigur Steintór Rasmussen. Og tað er Eydna J. Steinberg, sum hevur myndprýtt nýggju bókina, sum Innskot gevur út.
Tvøri og Tvassa kostar í bókabúðunum kr. 150, –




