Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Týdningarmikil dystur sunnudagin

Oliver Joensen

Sunnudagin, í morgin, taka kvinnurnar hjá Stjørnuni ímóti VB. Nú ein góður triðingur er eftir at leika í grundspælinum, er Stjørnan á fimta plássi við 10 stigum.  Tað eru 8 lið við í kappingini, og reglurnar siga, at seks tey fremstu liðini halda fram í endaspælinum.

Sum nevnt, so er Stjørnan á fimta plássi við 10 stigum, EB er á sætta plássi við 6 stigum, VB er á sjeynda plássi við 4 stigum, meðan aftast er StÍF við 2 stigum.

Vinnur Stjørnan á VB í KÍ-høllini sunnudagin, so eru tær komnar eitt stórt stig nærri møguleikanum, at verða millum tey seks liðini, sum skulu leika í endaspælinum.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 15.00.