Av mongum øðrum bjargingum, sum Tyrludeildin hjá Atlantic Airways hevur gjørt mongu árini deildin hevur verið til, man bjargingin av manningini á Kambi sita okkum øllum feskast í minninum.
Fyri at vísa Atlantic og Tyrludeildini, vil Føroya Sjómannadagur undirstrika, at tað er týdnigarmikið, at vit eiga eina vælvirkandi tyrludeild.
Manningin á tyrluni hendan dagin, tá Kambur var komin illa fyri 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi, eftir at hava fingið ein sjógv, og sum lá við nógvari slagsíðu. Neyðarkallið kom kl. 0700 6. februar í ár, um 20 minuttir seinni fór tyrlan á flog og var hjá skipinum 50 minuttir eftir at boðini vóru komin.
Manningin á tyrluni vóru: Skipari: Andreas Mouritsen, stýrimaður: Hallur Jensen, kránførari: John Johannesen og bjargari: Bjørn Sjúrður Patursson.
Sum eina áminning um bragdið, fekk hvør av manningin, eitt listaverk úr tini kallað “Aurora Borealis” á vanligum føroyiskum “Norðlýsið”, sum listamaðurin Karl Heri Joensen hevur tilevnað.
I samband við heiðursløtuna flutti Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu fram røðu.














