Nógv ymiskt er á skrá so sum listaframsýningar í Varpinum og á Birkupstorgi. Eisini greiðir Jákup Andreasen frá í Smærunu um ættarbond í Kalsoynni og Olaf Olsen greiðir frá í Varpinum um søguna handan Vónina og Beta.
Skráin týsdagin
kl. 09.00 – 21.00 Café Fríða
Listaframsýning á Biskupstorgi Hanus Lind Sørensen og Maria Mørkøre sýna fram
kl. 11.30 – 15.00 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð á Angus.fo – 457777
kl. 12.00 – 20.30 Café Fríða
Hvønn dag í Torravikuni Fríða Bacalao – Eisini er annað mangt á borðseðlinum
kl. 13.00 – 17.30 Blái Krossur Føroya – Klaksvíksvegur 63
Klæðir kunnu latast inn allar dagar. Vælkomin inn á gólvið – kaffi er á kannuni.
kl. 14.00 – 16.00 Varpið – Foyerin
Framsýning av myndaprýði til bókina, Fuglakvæðið/Fuglekvadet, Kaj Alstrup – Edward Fuglø
Norðoya Listafelag sýnir eisini fram listaverk – Kjallarin í Varpinum
kl. 16.00 Smæran Jákup Anderasen
Góð minni og ættarbond í Kalsoynni. Jákup Anderasen greiðir frá um ættarsøgu á Húsum og norðuri á Nesi.
kl. 17.00 – 21.30 Angus opið
Sí matskrá og bílegg borð á Angus.fo – 457777
kl. 17.30 Christianskirkjan – Skrúvuguðstænasta v/ Hanus á Gørðum, presti. Stutt barnagudstænasta.
Aftaná verður borðreitt við pasta og kjøtsós í kirkjukjallaranum.
kl. 19.00 Klaksvíkar bókasavn
Bindiskeið við Sáru Mrdalo frá Navia. At hava við: stokkar nr. 4 – 5 og hóskandi tógv í tveimum ljósum litum, Hekklinál nr. 3 – 4 og penn.
kl. 19.30 Varpið
Søgan um Vónina og Beta – Í kvøld fer Olaf Olsen í samrøðu við Jón Brian Hvidtfeldt at greiða frá um Vónina, ið hann var við til at stovna, og um Kubatrolararnar hjá Beta, ið hann stóð á odda fyri í nærum 30 ár.























