Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Týsdagurin i Torravikuni

Jóhann Lützen

Bindicafé á café Gloria.

kl. 10 – 14     Vit fara at hugna okkum við stokkum, Poulina Eliasen lærir okkum at binda blómur, bløð og panniband.

At hava við: stokkar og tógv , ið passar saman.

Møguleiki verður at fáa morgundrekka og fiskasuppu.

 

Gamla Seglhúsið

Kl. 14 – 17              Listaframsýning við Arnold Vegghamar

 

 

 Smæran

Kl. 15.00           Óli Jacobsen greiðir frá um Sigert í Kirkjubø (Sigert O. Patursson 1869 – 1931) og hansara ferðum. Hann byrjaði í 1889 m.a. til  Russlands og var har í 6 ár. Fór seinni til Mongoliið og Egyptalands

– Greitt verður eisini frá hansara hugsjónum at sameina allan heimin.

Eisini verður kaffi/te og køkur afturvið einum góðum práti.

 

 

Húsarhaldsskúli Føroyar

Kl. 16 – 21             Framsýning av næmingaarbeiði, mótashow, café og opið hús

Fyrilestrar við Olgu Biskopstø, Katrinu í Geil og Jóhannu á Tjaldrafløtti.

Á framsýningini verður høvi hjá teimum vitjandi at fara á café, fáa okkurt leskiligt undir góman afturvið einum góðum kaffimunni.

 

Eisini er opið hús har kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra, kunnu fáa meira at vita um skúlan.

kl. 17.00 – 18.30 og 19.45.

                      Fyrilestrar

                                             Kl. 16.45 – 17.00 Katrina í Geil:  Okkara feilkeyp – handarbeiði og móti

                                    Kl. 18.15 – 18.30 Olga Biskopstø:           Okkara ull – burturkast og móti

                                    Kl. 19.45 – 20.00 Jóhanna á Tjaldrafløtti: Greitt verður frá verkætlanini:

–        Nýggjur Húsarhaldsskúli       

 

Betri

Kl. 16 – 18         ”Føroyski bústaðurin fyrr og nú”

Jóan Pauli Joensen, professari, heldur fyrilestur um føroyska byggisøgu við serligum denti á sethús frá aldarmótinum 1900 til í dag. Hann fer at tosa um byggisnið, innrætting, nýtslu og nýskapan.

Jóan Pauli gevur í næstum út bókaverk um evnið, og hetta verður fyrsta høvið at hoyra hann greiða frá um hesa gransking, ið byggir á tilfarið, sum varð innsavnað í verkætlanini ”Føroyar í slupptíðini”.

 

Eisini fer Betri Banki at greiða frá um sethúsamarknaðin í Føroyum í dag.

Atlantis Bio

Kl. 17.00            Sonic the Hedgehog  

 

Atlantis Bio

Kl. 19.00            Birds of Prey

 

 

Miðhøllin á Skúlatrøð

kl. 19.30        Njál Djúrhuus greiðir frá hendingaríka lívi sínum – m.a. frá sínum virksemi at fáa tey, ringast støddu, upp undan aftur.

 

Sangløta í Café Gloria 

Kl. 21        Kafé Gloria stórt fiskaborð

Tær 4 frá Frelsunarherinum í Havn koma at syngja, og Njál Djurhuus hevur eina andakt.

Vit bjóða ein góðan drekkamunn.

Møguleiki verður hjá øllum at síggja Umsorganarheimið Gloria.