KÍ Akademiið hevur í dag undirskrivað sáttmála við nýggjan U15 & U17 venjara hjá dreingum.
Tað verður sviin Jens Wedeborg sum kemur at starvast í KÍ Akademinum sum U15 og U17 venjari. Hann er 41 ár, universitetsútbúgving innan fysiologi, UEFA-Pro-prógv og altjóðaroyndir.
Hann hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá FK Riteriai í Litava sum KÍ spældi Europa League ímótir í 2019. Har var hann eisini høvðusvenjari hjá teirra U21 liðið.
– Hettar er ein sera spennandi venjari sum kemur við nógvum royndum til akademiið. Jens kemur at hava dagligu ábyrgdina av tveimum teimum mest krevjandi árgangunum í akademinum. Tað er í U15 og U17 at leikarar skulu arbeiða við skiftinum frá at vera ungdómsleikarar til at klára seg á besta liðnum hjá KÍ. Sigur Glenn Ståhl, akademistjóri


