Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

U17: Fýra Mjølnir gentir úttiknar

Jóhann Lützen

Nomi Idarsdóttir Beck, Marie Teresa Vitalis, Osla Johannesen og Eva Kallsberg Jacobsen eru úttiknar á U17 gentulandsliðið

 

U17 gentulandsliðið skal luttaka í CEV-NEVZA kapping 14. til 16. oktober í Ikast í Danmark.

Venjararnir Helen á Lakjuni og Mateusz Pazgan hava úttikið 12 gentur til U17 gentulandsliðið í flogbólti. Landsliðið fer hin 13. oktober til Ikast í Danmark, har tær skulu luttaka í árligu CEV-NEVZA kappingini.
NEVZA er norðuratlantiska økið í CEV har Ísland, Føroyar, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland luttaka. 

Tað er enn ikki heilt greitt, hvat av hesum londunum Føroyar koma í innleiðandi bólk við.