Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

U21: Føroyar – Kroatia er útseldur

Jóhann Lützen

FSF má hjálpa til at byggja út har tørvur er at byggja út

 

Útselt er til U21-dystin millum Føroyar og Kroatia. Somikið stórur áhuga er fyri landsliðnum í Klaksvík, at ikki fæst atgongumerki til dystin, longu langt áðrenn kick-off. 

Á Tórsvølli sóust næstan ikki áskoðarar, tá A-landsliðið tapti móti Moldova.

Dysturin verður leiktur í kvøld klokkan 18.

FSF hevur brúk 10 tals milliónir á Tórsvølli og á Svangaskarði og tað er fínt. Men í Klaksvík er sanniliga brúk fyri at byggja út og tað man FSF ivaleyst fara at hjálpa til við at stuðla.