Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

U21-landsliðsmálverji til KÍ?

Jákup Ósá

KÍ hevur enn ongan sáttmála við málverja til hópin í 2024.

Hóast KÍ fyrireikar seg til Conference League dyst um eina viku, so koyra fyrireikingarnar til 2024 samstundis, tí fleiri ivamál eru í KÍ-hópinum og nú er landskappingin liðug.

Á málmansøkinum hevur KÍ ongan sáttmála fyri 2024. Nils Jonatan Johansson segði við FM1 mánadagin, at hann og KÍ fara at tosa um 2024 skjótt. Tað tykist sostatt einki verða avgjørt. Norski málverjin Markus O. Pettersen hevur drigist við skaðar ein part av árinum. Vit spurdu hann í vikuni um 2024 og hann sigur, at einki er avgjørt, tí enn hava partarnir ikki tosað saman.

Sambært fleiri keldum hjá Norðlýsinum bendur nógv á, at KÍ fer at fáa í øllum førum ein nýggjan málverja. Talan er um 20 ára gamla málverjan Ara í Haraldsstovu Petersen, sum í ár hevur vart málið hjá 07 Vestur. Hann er eisini fyrsti málverji á U21-landsliðnum.

Tá Norðlýsið gitti um ynskiskeypslistan hjá KÍ, so var Ari alternativið til Mattias Lamhauge. Mattias hevur eina avtalu sum ger, at hann heldur fram í Føroyum, so verður tað í B36. Eisini er møguleiki fyri, at hann fer uttanlands, hevur in.fo skrivað.